top of page

Tíðindi

Heim: Welcome

Um okkum

     Fyritøkan bleiv sett á stovn 1/8-1987, tað var Thorfinn Nielsen, ið setti fyritøkuna á stovn, saman við konu síni, Jórun Nielsen. Fyritøkan byrjaði sum ein privat fyritøka. Thorfinn var einasti elektrikkari í fyritøkuni, afturat sær hevði hann Jórun, ið førdi bókhald.

     Í 1988 bleiv felagið gjørt til smápartafelag, tað fekk navnið Sp/f Thorfinn Nielsen.

Fyrsti lærlingurin varð settur um 1000ára skiftið. Fyritøkan helt til heima í kjallaranum hjá Thorfinn og Jórun, frá at hon bleiv stovnað í 1987, har nógv virksemi hevur verið tey knapt 25 árini. 

 

     Í Mai 2012 var nýggi bygningurin inni á Hillingartanga klárur at flyta inn í. Umstøðurnar vórðu nógv broyttar: Munandi størri verkstað og hølir annars. Harumframt lótu vit ein nýggjan handil upp við hvítvørum, búnýti og tólum, sum hevur manglað her í oynni.

    Tað hava ígjøgnum tíðina verið  millum 8-10 ársverk  hjá Thorfinn Nielsen. Tey seinastu árini heldur fyritøkan framm við at vaksa og í løtuni eru 26 fólk í starvi hjá okkum. 

Heim: About
TN2.jpg

Tænastur

Okkara virksemi fevnir víða: Nýggjar el-innleggingar í sethús og vinnubygningar. Feilfinnan og umvælingar av innleggingum og eltólum og vit taka okkum av tryggingarskaðum. Handilin selur el-tilfar, el-motorar, lampur, hvítvørur, køksútgerð, búnýti og nógv onnur húsarhaldsamboð.
Ring til okkara og fá eitt óbindandi tilboð.

Voltmeter

Feilfinnan og umvælingar

Um tú ætlar at nútímans gera verandi innlegging, innrætta kjallarin ella einans flyta eina stikkkontakt, eru vit til reiðar at vegleiða tær.

Streymurin farin um alt, ella partar av húsinum? Ring til okkara og vit finna eina loysn.

IMAG0827.jpg

Í handilinum hjá okkum eru hvítvørur, køksútgerð, búnýti, lampur, gávulutir og mangt annað. Til vinnuna hava vit t.d. el-tilfarð, motorar og pumpur.

Støkk inn á gólvið hjá okkum og síggj okkara úrval.

Handilin er á Hillingartanga 10 í Sandavági.

Hann er opin yrkadagar: 10:00 - 16:00

Handil

Installing Electric Cables

El Innleggingar

  • Útbygging av smoltstøðini á Fútakletti.

  • Fiskastykkið og fiskahúsið.

  • Parkeringsøkið á flogvallarterminali.

  • Magn støðin í Miðvági.

  • Krivjivirkið í Sørvági.

  • Íbúðir við Dýrindalsgøtu.

  • Barnagarður í Sørvági

Vit átaka okkum allar uppgávur kring landi.

Niðanfyri eru nakrar av verkætlanum vit hava luttikið í:

Heim: Services
Heim: Contact

Samband

Thorfinn Nielsen SP/f

á Hillingartanga 10

360  Sandavágur

Tel.: +298 333117 Fartel.: +298 214117

Takk fyri fyrispurning. Vit venda aftur skjótast.

bottom of page